Ynskir tú at byrja eitt nýtt innlegg, far so á yvirlitssíðuna.  
Til yvirlit
 
 
  Matur: Saltað kjøtpylsa
Svara
 
  Saltað kjøtpylsa
Er tað nakar sum kann geva mær uppskrift/ir uppá- hvussu eg gerið eina góða saltaða kjøtpylsu?
Kundi gott hugsað onkra arða enn hana úr Matur & Matgerð.
Juda
10-06-2007
kl. 20:56
  Kjøtpylsa...
Havi fleiri ferðir gjørt ymiskar pylsur. Felags fyri tær er at eg ikki havi hita viðgjørt tær. Tær kunnu allar kallast "spegepølser"... At spege ella speje er bara at turka pylsuna. Saltið, sum verður latið í farsi, gerða at vatnið í pylsuni verður trongt úr pylsuni. Hon torðnar, við øðrum orðum. Havi gjørt pylsu úr seyði, neytið og haru kjøti. Havi kaldroykt summar, við góðum úrslitið.
Havi nýtt ymiskar tarmar til pylsuna. Langar, sum eg havi vaska sjálvur. Grísa tarmar sum vit kenna frá medistaranum og lambs vil. Grísa og lambs tarmarnar eru keyptir frá slaktara.

Ein uppskrift uppá eina góða pylsu, gjørda av seyðabógvi, er henda:

2 feitar lambsbøgir, eru teir soltnir kann tálg latast í. Helst nýrumørðar.
200 gr salt.
100 gr sukur.
100 gr pipar. Groftmalið.
25 gr allehanda. Fíntmalið.
25 gr nellikar. Fíntmalið.
25 gr Koriander. Groftmalið.

Sker bøgirnar í 5*5 cm bitar. Lat kjøtið í ein bolla og stroy krydd/salt/sukur blandið útyvir. Elt blandi so at tað verður deilt yvir alt kjøtið.
Hakka kjøtið einaferð. Vil man hava eina pylsu við fínari konsistensi kann man hakka tilfari 2 ferð.
Tarmurin eg brúkti til hesa pylsu er umleið 5 cm í tvørmát. Keypti hann í Miklagarði. Hann er til kaldroyking. Tvs at hann er porøsur, pylsan tornar væl í honum. Áðrenn tarmar kunnu nýtast skulu teir hava ligi á bloti eina løtu, í køldum vatni.
Stappa tilfarið væl í tarmin og hav pylsun passaligani langar. Einar 30 cm.
Ansast má eftir at eingar luftblørður eru í pylsuni.
Sjálvandi kann man steikja pylsuna feska, men tá eru tær so ódrúgvar.
Lat pylsuna hanga til hon er "speja" Einar 6 vikur, alt eftir hvussu veðri er. Er tað um summari seti eg viftuna til í hjallinum.
Tað kann koma eitt hvítt lag á pylsuna sum hon torðnar. Tað er salti sum setur seg á tarmin.
Tað kann henda at pylsan moðnar, um veðri er lýtt og slavi. Tá kann man taka eftir henni við einum lappa sum er vundin upp í eddika laka. 1 part eddik 3 part vatn.
Annars so er internetið á tremur við uppskriftum og framgangs háttum.
Her er ein góð síða: www.3men.com

Góða eydnu og vælgagnist.
grindamaður
11-06-2007
kl. 05:47
  Millióna takk fyri :)
Takki fyri Grindamaður!
Handan ljóðar ótrúliga góð.. fari at royna hana!
By the way.. hvat er kaldroyking? meinast tað bara við, at roykja uttan royk? ella?
(vil gjarna vita alt um mat, men ikki so nógv inni í øllum.. enn) :D
Man lærir so leingi man livir sigst :))
Enn einaferð túsund, túsund takk fyri upskriftina, framferðarhátt, allar upplýsingarnar og eitt sera skjótt aftursvar :*

PS. Handan heimasíðan sær eisini rættuliga góð út.. bara tað at mítt eingilska er ikki á so høgum støði..
Ljóðar sum um tú hevur alvorliga gott innlit í hvussu man ger pylsur.. tú ert sera vælkomin at leggja fleiri góð hugskot inn her, ella enn betur.. um tú kundi gjørt eitt pylsu inlegg við tíni egnu síðu :))
Yvist ikki í at fleiri kundi hugsa sær hugskot til at gera pylsur :)
hmm.. kanska nakað langt ps .. nevermind :)))
Juda
11-06-2007
kl. 12:08
  Kjøtpylsa... :-)
Hey aftur. Kaldroyking meinast við at man roykir okkurt við køldum royki. Tvs at roykurin ferð ikki uppum 40 gradir C. Helst ikki uppum 20-25 gradir. Slaktarin í SMS kaldroykir fyri fólk.
Um tú hevur áhuga og tíð, so er bara at kasta seg út í pylsaríði. Eg byrjaði við at keypa nakrar bøkur á netinum. Um pylsu gerð og royking av mati. Røyk rak tørk grav eitur ein norsk bók, hon er um norska matkonserving. Ótrúligani flott og lærurík. Har stendur ma um hvat hendur tá man saltar, roykir, gravar mat umframt annað sernorskt sosum lutefisk.
Fyrstu ferð eg fór í holt við at gerða pylsur, hevði eg keypt ein oksafjóring. Er kanska eitt sindur ógvusligt. Tað tók ein heilan dag og gav umleið 80 metrar av fyrstafloks medistara. Steikt á pannuni, smakkaði himmalskt.
Tá man kryddar pylsu farsi er tað sjálvandi fleiri atlit man má takað. Dámar man tað sterkt ella er man til meira mildar pylsur. Tað er nakað man má prøva seg fram til. Man kann byrja við mildum, gerða nakrar smáar pylsur. So stigvíst gerða farsi sterkari við at koyra meira krydd í.
Eitt man má ansað eftir er reinføri. Tað er umráðandi at reinføri er í lagi.
Grindamaður
11-06-2007
kl. 21:00
  oh my god!!!!!!!!!!
80 metrar medistara???!!! :))))))))))))))
hehehh..hmm.. hevði verið noydd at keypt eyka frystiboks..
annars eru upplýsingarnir eru sera áhugaverdir.. fari beinaveg at surfa alnótina fyri at finna hasa bókina..
enn einaferð takk fyri Grindamaður..
haldi at eg fari at bíða við speiging inntill tað er eitt sindur kaldari í veðrinum :D
Juda
14-06-2007
kl. 09:31
  Hey aftur Grindamaður
Havi surfa á alnótini eftr hasi bókini allan morgun.. haldi nokk hon er útseld, men havi sent e-mail til: http://www.bokkilden.no/SamboWeb/side.do?rom=MP .. fyri at spyrja eftir henni.. sá inni á onkrum forum at hon kann fáast til keyps har, men tá eg brúkti leiti maskinuna hjá teimum fann hon ikki - røyk og rak, tørk og grav Forfatter Hagen, Helge
ISBN:8276432700 -- :(
Juda
14-06-2007
kl. 12:14
  so nú fekk eg svar.. tíverri. útseld :(((
Hei,

Denne boken ser ut til å være helt utsolgt fra forlaget. Det ser dessverre ikke ut til at den kommer igjen.

Med vennlig hilsen

Kundeservice
www.bokkilden.no
Juda
15-06-2007
kl. 12:51
  Tad var harmuligt...
Tad var harmuligt at bokin er utseld...
Har eru to adrir moguleikar... Amazon.com hevur fleiri godar bokur um mat.
Grindamaður
17-06-2007
kl. 10:55
  til grindamannin
hey grindamaðurin.
Sum tú dugur væl at gera pylsur. Tú ljóðar so fittur, ber tað til at sleppa, at smakka tínar pylsur ;o)

GRINDAKONA
18-06-2007
kl. 13:19
  ja tað varð Grindamaður:(
sera harmuligt... men túsund takk anyway..

hehe Grindakona :) me 2.. og jæ.. sera fittur :)
Juda
20-06-2007
kl. 02:33
  køkulturur
eg eri GRINDAKONA so eg má fáa fyrstarætt!!

GRINDAKONA
22-06-2007
kl. 23:23
  :(
OK meðni! :~~
Juda
24-06-2007
kl. 23:27
  Grindamaður?
Heldur tú eg kann keypa hasa bókina: Røyk rak tørk grav, á eBay heimasíðuni?
Og um eg kann.. dugir tú at siga mær hvussu man brúkar hasa heimasíðuna?
Juda
16-02-2008
kl. 09:52

 
Logga á
Til yvirlit

Fyri at luttaka í kjakinum skalt tú vera loggað á.
 
  Svarið leggur seg niðast í kjakbólkinum.
Fyri at fyribyrgja misnýtslu, verður tín IP-bústaður skrásettur.